Fantastisk, Team Klaksvík vann gysaran ímóti H71 27-26 í dag

Valentino Valtentakovic skoraði heili 8 mál í dag, næstur honum var Sámal á Tjaldrafløtti við 6 málum

Satt drama var í Badmintonhøllini í dag. Team Klaksvík tók ímóti H71 og haldi tykkum fast, Team Klaksvík vann gysaran 27-26 eftir at teir vóru á odda 15-14 í hálvleikinum.

Í Seinna hálvleiki var H71 frammanfyri við fleiri málum, men Team Klaksvík vildi vinna dystin og við Valentino Valentakovic og Sámal Tjaldrafløtti á odda vunnu teir uppiborið dystin 27-26.

Málini hjá Team Klaksvík skutu: Valentino Valentakovic 8, Sámal á Tjaldrafløtti 6, Vuk Stefanovic 4, Beinir Johannesen 3, Vilhem Vilhelmsen 2, Kartan á Gravarbø 1, Mark Dahl 1, Einar Dam 1 og Dánjal Kjærbo 1.

Team Klaksvík hevur nú 4 stig og tað er sera gott, tí seinasta kappingarár fekk Team Klaksvík onki stig og nú kunnu teir kappast ímóti øllum liðum í Føroyum og teir kunnu fáa stig frá øllum. Super flott og stór tillukku Team Klaksvík.

Her filmsklipp frá heimasíðuni hjá Team Klaksvík, tá ið teir høvdu vunnu 27-26 og frøin var sera stór í Badmintonhøllini í dag.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author