Facebook stoppar við “Instagram Kids”

Tað upplýsti Facebook í gjár, eftir at tað hevur verið sera stór mótmælir ímóti “Instagam Kids”, tí fleiri halda at tað skaðar sálarliga sunnheitina hjá teimum ungu.
Stjórin í Instagram Adam Mosseri, sigur at ætlanin er framhaldandi at gera eina lýsingarfría Instagram til børn og sum eisini hevur eitt innbygt foreldraeftirlit, men nú er steðgur komin í og nú hava vit møguleikan at ráðføra okkum við foreldur, greinarar og lóggevarar.
Instagram er bara loyvt til børn yvir 13 ár, men Facebook viðgongur, at fólk eru yngru sum brúka Instagram og sum downloada og brúka appina.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: