Eydnufarið vann fiskikappingina hjá Draganum

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum segl -og skúlaskipið Dragin skipar fyri, var í gjár.
Dragin hevur skipað fyri hesar fiskikappingar síðani í nítiárunum.
Dagurin royndist tíanverri sera illa til veður, tí tað regnaði mest sum allan dagin og tráður vindur var av lágætt, og hevði hetta uttan iva ávirkan á fiskaríið.
Úrslitið av kappingini gjørdist hetta:
Nr. 1. Báturin ‘Eydnufarið’ – 168,32 pund. Manning: Jakup Eydnugarð og Mikkjal Pauli Lamhauge. Vinningurin var tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Sp/f Kanjon)
Nr. 2. Báturin ‘Sólmay’ – 167,48 pund. Manning: Berint Kalsø og Martin Thorbergsson Johannesen. Vinningurin var tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur)
Nr. 3. Báturin ‘Malla’ – 159,6 pund. Manning: Hans Edmund Josephsen og Ólavur Gaard. Vinningurin var tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: KSS – Klaksvíkar Sleipistøð)
Stórsta fiskin fekk Jens Mortan Samson. Fiskurin vigaði 3 kg. Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: Búrhella)
Eisini var lutakast millum luttakandi bátarnar, har vinnarin fekk ein gávukekk á 2.000 kr. (Stuðul: Johs.Elektro ). Hetta vann báturin ‘Benjamin’ við Sólarn Isaksen og Benjamin isaksen
Dragin takkar luttakarar og fyri stuðul til vinningar!
Kelda: Dragin KG 212