Evnisráðstevnan hjá Útnorðurráðnum “Mál í Útnorði” varð sett av Kaj Leo Holm Johannesen

Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvsráðharri, setti í dag evnisráðstevnu hjá Útnorðurráðnum, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum. Evnið á ráðstevnuni er mál í útnorði.

Kaj Leo Holm Johannesen varpaði ljós á týdningin av, at vit í norðurlondum og útnorði halda fast um okkara málmenning, og at vit geva okkum far um, at tilflytarar hava avbjóðingar við at fella til og trívast í okkara londum, um teir ikki fáa munadygga málundirvísing.

Kaj Leo Holm Johannesen vísti á, at arbeiðið innan norðurlandasamstarvið í stóran mun hevur verið grundað á tankan um, at vit hava felags virðisgrundarlag, í stóran mun av tí at vit skilja málið hjá hvør øðrum.

”Tað er gleðiligt at Útnorðurráðið varpar ljós á støðuna hjá okkara smáu málum í útnorði, og serliga í mun til børn og ung. Vit hava tørv á at viðgera hetta evnið, fyri at kunna fylgja við í altjóðagerðini, og verða kappingarfør og kunna bjóða áhugaverdar karmar til okkara borgarar”, sigur

Kaj Leo Holm Johannesen.

Røðan kann lesast her

Heilsumálaráðið

Lýsing Føroya Bjór

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author