EUROPA LEAUGE DYSTURIN HJÁ KÍ Á STÓRSKÍGGJA


Hóskvøldið bjóða Klaksvíkar kommuna og Bláa Bylgja øllum fótbóltsáhugaum til dyst í Djúpumýru. Tá ið dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 19.30 í Dublin í Írlandi, verður møguleiki hjá øllum at síggja hendan søguliga dyst. Tiltakið er ókeypis og byrjað verður at senda kl. 19.25.

Tað er Klaksvíkar kommuna, saman við fjepparafelagnum Bláa Bylgja, sum hevur tikið stig til tiltakið, har møguleiki verður at síggja dystin á stórskýggja. Dysturin er á allan hátt søgurligur, har KÍ hevur møguleika, sum tað fyrsta føroyska felagið nakrantíð, at vinna seg víðari til bólkaspælið í Europa Leauge.

Økið við Djúpumýru verður skipað soleiðis, at stórur skermur verður settur við vøllin, soleiðis at áskoðarar kunnu sita á áskoðaraplássunum. Korona vegleiðingarnar hjá FSF verða fylgdar, eins og til vanligar heimadystir í Klaksvík.

Tað er greitt, at Dundalk FC eru at meta sum favorittar, men eingin ivi er um, at eftir 6-1 sigurin á Dinamo Tbilisi eru mong sum trúgva, at alt kann lata seg gera. Fótbóltsføroyar vóna sjálvandi, at KÍ stendur eftir við sigrinum og harvið verður við í lutakastinum til bólkaspælið.

Play-off dysturin ímillum KÍ – Dundalk FC verður spældur á Aviva Stadium í Dublin 1. okt kl. 19.30.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

 

Please follow and like us: