Erla Kongsdóttur longu tekniskar trupuleikar og er svínabundin

Hetta hevur als onga áhuga fyri almennu Føroyar at lívsæðrin til Kalsoynna er skorin av, har fyrst Sam verður tikin úr sigling, Erla kongsdóttur verður sett í sigling, sum ikki tekur bilar og bara nakrar tímar seinni, so er Erla Kongsdóttur svínabundin vegna tekninskar trupuleikar.

Nú er Tjørnunes sett í sigling, men hetta er als ikki nøktandi. Forstandi ikki at Klaksvíkar Kommuna góðtekur viðferðina okkara borgarar í Kalsoynni fáa. Hevði hatta verið aðrastaðni í Føroyum, so hevði verið mótmælir umgangandi og Kringvarp Føroyar hevði gjørt fleiri sendingar um hvussu illa fólk vera behandlaði á útoyggj av Strandfaraskip Landsins, men her norðuri sigur ongin nakað.

Hetta skrivar Strandfaraskip Landsins á teirra heimasíðu:
Vegna tekniskar trupulleikar við Erlu Kongsdóttir røkir Tjørnunes fyribils siglingina á leið 56, mánadag 5. september. Siglt verður soleiðis: Úr Klaksvík kl. 17:30 Úr Syðradali kl. 18:00 Úr Klaksvík kl. 18:20 Úr Syðradali kl. 18:50 Úr Klaksvík kl. 22:15 (tilkall) Úr Syðradali kl. 22:35 (tilkall) Bygdaleiðir í Kalsoynni koyra í smb. við broyttu fráferðinar.

Her filmsklipp, har Tjørnunes er á veg til Kalsoynna:

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: