Enn ein í familjuni farin

Eiler Jacobsen var eisini fyrsti kundin, tá ið eg lat Klaksvíkar Timburhandil upp aftur á Bøgøtu.

Bleiv sera kløkkur í morgun, tá ið eg lat messenger upp hjá mær og har fekk eg at vita at Eiler í Búðunum var deyður undir dystinum ímillum KÍ – Ballkani. Kundi tað passa? vildi ikki trúgva tí, men tað var tann beisti veruleiki, tí tað komu fleiri messenger í mín innbakka og søgdu somu tíðindir.

Hann var jú KÍ Fan nummer eitt og hevur hugt eftir næstan hvørjum tí einasta dysti hjá KÍ í gjøgnum alt sítt lív og tað munnu vera fáir dystir hann ikki hevur sæð.

Hann var sjálvandi eisini á Tórsvølli í gjárskvøldið og var saman við 1.600 KÍ fjepparnum og stuðlaði okkara liðið, hann livdi og doyði fyri KÍ. KÍ hevði eitt sera stórt hjarta í hansara lívi og tað kann man eisini siga um hansara sysktin, sum eisini stuðla KÍ av øllum sínum hjørtum.

Ongin visti at hetta skuldi vera síðstu dysturin hann sá KÍ leika og nú er hann farin í Harrans hendur.

Eg kom at kenna Eiler Jacobsen á Varpinum og Klaksvíkar Timburhandli og var hann ein av okkara heilt góðu kundum, eisini var hann ofta og fekk sær ein kaffimunn og nógv bleiv práta um lokaltíðindir, um samfelagið, timbur og næstan hvønn mánadag kom hann á gólvið og tá bleiv práti sjálvandi um KÍ og hvussu dysturin var í gjár, tí tá blivu allir dystirnir leiktir hvønn sunnudag.

Nógvur góðir venjarar vóru í kaffistovuni  á Klaksvíkar Timburhandli og sjálvandi tosaði vit um okkara lið KÍ, hví tann og tann spældi og hví hann ikki bleiv skiftir út, venjaran, dómaran og taktikk, tí sum oftast visti vit nógv betri enn venjarin hjá KÍ og hevði KÍ vunnið, so var alt gott og lagi avbera gott og venjarin tann besti í Føroyum.

“Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir” og tað kunnu vit sanniliga siga um Eiler í Búðunum.

Vit hava mist av ein hetjunum í KÍ og ein av okkara allerbestu KÍ leikarum og KÍ fjeppara.

Tankarnir leika til tey nærmastu og til mína familju í Føroyum, enn ein í familjuni er farin um sýn og hesaferð var tað Eiler í Búðunum, 71 ára gamal. Harrin verður við okkum øllum í hesu sváru tíð.

Hvíl í friði vinurin.

Símun á Høvdanum

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: