Endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing á dagskránna nú!

Vit ynskja okkum øll eitt gott lív. Eitt lív við innihaldi og saman við okkara kæru – so sjálvbjargin, sum gjørligt. Viðhvørt rakar sjúka ella vanlukka okkum, og lívið tekur eina vend, sum vit ikki ynsktu ella væntaðu. Onkur fær staðfest álvarsliga sjúku, onnur verða avlamin av vanlukku og so eru tað tey, sum verða fødd við breki og hava tørv á miðvísari venjing.
Fyri hesi fólk er tað av alstórum týdningi, at samfelagið loftar familjuni við tilboðum, sum styrkja og hjálpa viðkomandi aftur til ein so góðan gerandisdag, sum gjørligt.
Sum nú er, fáa tey, sum eru millum 18 og 67 ár einki veruligt tilboð um endurvenjing ella viðlíkahaldsvenjing. Tó – summi fáa eitt tilboð frá Almannaverkinum, sum í mesta lagi er 6 mðr. Tað er als ikki nøktandi.
Hvat er endurvenjing? Endurvenjing hevur til endamáls at hjálpa tí sjúkurakta at fáa so nógvan førleika aftur, sum gjørligt.
Hvat er viðlíkahaldsvenjing? Viðlíkahaldsvenjing hevur til endamáls at hjálpa fólki til at varðveita førleikar. Tað merkir, at uttan miðvísa venjing, versnar viðkomandi skjótari.
Áðrenn kommunurnar yvirtóku Almannaverkið, hoyrdi øll endurvenjing til landið. Tá varð í ávísan mun veitt bæði endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing, so viðkomandi ikki misti førleikarnar aftur. Kommunurnar hildu fram at geva teimum, ið vóru 67 og eldri, tilboð um endurvenjing.
Men tey 18 – 67 ára gomlu fáa sum nú er einki frá landinum. Nú stendur enntá í kunngerð frá mars 2017, at “kunngerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing”. Tað kann undra, at man soleiðis tilvitað sleppur einum sera viðbreknum bólki av fólki upp á fjall. Fólk, sum veruliga hava tørv á endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at gerast so sjálvbjargin, sum gjørligt. Summi missa førleikan at arbeiða, tí tey ikki fáa neyðugu venjingina. At fólk gerast óarbeiðsfør er sanniliga ikki bíligt fyri landið!
Endurvenjingardeplar eru longu nakrir kring landið, so tað eigur ikki at vera trupult at fáa eitt samstarv í lag millum land og kommunur.
Eg vil virka fyri, at hesi fólk fáa miðvísa hjálp, fyrst og fremst fyri at lívsgóðska hins einstaka verður so góð sum gjørligt, men eisini at virkisførleikin økist. Vit eiga at skapa umstøður fyri fólk at kunna liva eitt sjálvstøðugt og gott lív, so leingi sum gjørligt.
Gott val øll somul!
Uni Rasmussen
Valevni hjá Fólkaflokkinum
til løgtingsvalið 2019