á myndin f.v. Hergeir, Búgvi, Kristian, Per, Júst

Undirtøkan var góð, tá fjepparar hjá enska fótbóltsfelagnum Newcastle United í Føroyum høvdu stovnandi aðalfund í dag. Aðalfundurin varð hildin í Landskrona Sports Bar.

Eftir at hava ligið í dvala í fleiri ár, varð føroyska fjepparafelagið hjá Newcastle United endurstovnað í dag. Fjepparar úr øllum landinum hittust í Landskrona Sports Bar seinnapartin sunnudagin og eftir aðalfundin var dystur á skránni. Hóast tepurt tap, so var lagið gott í fjepparaleguni, tí avrikið var gott og framtíðin er bjartari enn hon hevur verið, síðani tíðarskeiðið undir Keegan mitt í 90-árunum.

Aðalfundurin valdi fimm fólk í nevndina. Teir í manna nevndina eru Júst Trygvason, formaður, Hergeir Eldevig, peningarøkil, Kristian Eysturoy, skrivari, Per Heinason og Búgvi Øster.

Endamálið við fjepparafelagnum er stuðla Newcastle United FC og at skapa samanhald millum fjepparar í Føroyum. Fjepparafelagið fer at arbeiða fyri fyri at fremja áhugan fyri og kunnleikan til fótbóltsfelagið Newcastle United í Føroyum. Ætlanin er í hesum sambandi at hava tiltøk, tá dystir eru, og at skipa fyri fótbóltsferðum til heimavøllin á St. James’ Park.

Lýsingarprísir klikk logo
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: