Endiliiiigaaaaa er vegurin asfalteraður á Stongunum

Eftir sera nógvar greinar og filmsklipp frá undirritaði, har heitt hevur verið á Klaksvíkar Kommunu, at fara í gongd við vegin á Stongunum, hevur Klaksvíkar Kommuna ENDILIGA fingið fingurin úr einum vissum staðið og vegurin á Stongunum er blivin asfalteraður.

Mítt slogan til seinasta Býráðsvalið var, NOKK GRIVIÐ GERIÐ LIÐUGT og tí er tað gleðiligt at vegurin á Stongunum er blivin asfalteraður og vónandi asfalterað teir eisini aftanfyri egningarskúrarnar, so alt økið verður liðugt gjørt, tað lovaði eg búfólkunum sum búgva har.

Forstandi ikki hví hann ikki langt síðani er blivin asfalteraður og nú tit eru ígongd við økið, so fái skil á ruskplássinum við endan av veginum og vendi portið rættað vegin.

Tit eiga rós fyri at vegurin endiliga er asfalteraður, men í mínum eygum hevur hatta gingið alt ov leingi fyri seg . Vit eiga at raðfesta vinnulívið sera høgt, “hevur vinnulívið tað gott, so hava vit øll tað gott”.

Símun á Høvdanum

Her gamlar myndir av Stongunum, áðrenn FÓLKAFLOKKURIN tók yvir. Nú er Bollafabrikkin gjørd og nú verður asfalterað og økið gjørt liðugt, til frama fyri okkara vinnulív og borgarar á Stongunum. SO ER TAÐ GJØRT.

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: