Endiliga gekk Korona smittan í Norðoyggjum niður

Tað var fyri 10 døgum síðani at Korona smittan av alvára tók dyk á seg í Norðoyggjum og tann eina dagin blivu heili 61 smittaði, men so hevur hon hildu sær, har 32 í miðal eru blivin smittaði um dagin og so endiliga dykkaði kurvar í gjár, tá ið bert 5 blivu smittaði.

Nú eru nógv flest smittaði í Steymoynni, í gjár blivu heili 42 smittaði í tí økinum, sjá skema herundir.

Vónandi hava tiltøkini hjá Klaksvíkar Kommunu hjálp og nú ert bert at bíða um smittan blussar upp aftur í Norðoyggjum, men gleðiligt er, at tað bert vóru 5 smittaði í gjár.

Farsóttarnevndin skal hava fund mánadagin, har hættisliga støðan verður umrødd og um meira víttfevnandi tiltøk skulu setast í verk í Føroyum.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: