Endiliga fáa jarðareigarnir pengarnar frá Klaksvíkar Kommunu

Ongar pengar fingið enn, men nú eru teir á veg

Tað hevur gingið sera long tíð at jarðareigarnir til útstykkingina á Fossum hava fingið sínar pengar frá Klaksvíkar Kommunu.

Nú ljóðar at pengarnir eru fluttir á eina konto í Norðoya Sparikassa og at jarðareigarnir endiliga fáa sínar pengar.

Hetta hava teir bíða eftir í áravís og umskyldningurin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur verið Matrikkulstovan og tað er tí at jarðareigarnir ikki hava fingið pengarnar.

Okkurt skal barni eita, men at tað skal ganga áravís at flyta pengarnar nú útgravingin og útstykkingin næstan er liðug, er alt og langt úti og vónandi fáa jarðareigarnir høga rentu frá KK, nú Klaksvíkar Kommunu hevur afturhildi pengarnar í áravís.

Hendan útstykkingin á Fossum skuldi verið liðug í 2020, men enn er nógv eftir og sum ikki einaferð, so mátti hendan samgongan, sum eg eri partur av, taka um endan og fáa hesa verkætlan lidnan, sjá her: Verkætlan: Útstykking á Fossum – faldari og klikk eisini hetta link: https://www.klaksvik.fo/410?_l=fo

Havi skrivað nakrar ferðir um hesa sakina og eisini spurt fleiri ferðir Klaksvíkar Kommunu, hví pengarnir ikki hava verið fluttir? Nú kemur tað so endiliga upp á pláss og vónandi vera jarðareigarnir glaðir, SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Símun á Høvdanum

Loysir seg at blíva við, tí sum tit vita so ruggar ikki alt rætt í Klaksvíkar Kommunu
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: