Endiliga… – Enn fleiri royndir út í cockpittið


Flogskiparafelag Føroya hevur víst á, at Atlantic Airways valdi royndastu pilotarnar frá, tá fýra pilotstørv herfyri vóru sett, og at avtalan um setanaðartilgongd ikki var fylgd í hesum sambandi.

Tað sær nú út til at Atlansflog hevur lurtað eftir okkum. Felagið hevur júst sett ein av uppsøgdu flogskiparunum aftur í sáttmálasett starv. Viðkomandi var ovastur á starvsaldur-listanum yvir flogskiparar og var sostatt millum teir royndastu, tá hann vegna Covid-19 eina var uppsagdur í juni 2020.

Flogskiparafelag Føroya fegnast um avgerðina. Starvsaldurin verður virdur og dugnaligir flogskiparar við maksimum fakligum royndum koma út aftur í cockpittið – hetta er gott!

Setanaðartilgongdin er tó framvegis ikki í lagi. Flogskiparafelagið virkar tí miðvíst fyri at allir pilotar, sum vóru uppsagdir frá Atlansflog vegna Covid-19 eina, fáa boði starv aftur, áðrenn felagið setur nýggjar/aðrar pilotar í starv.

Flogskiparafelag Føroya FAPA

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author