Endiliga blíva Garðabrekkan, Garðavegur og Stangarvegur raðfest

Á Býráðsfundinum seinasta hóskvøld bleiv samtykt, at nú skal farast í holt við at loysa stóra stóra ferðslutrupuleikan Garðabrekkan, Garðavegurin og Stangarvegurin.

Hetta stóra mál tók eg upp í valstríðnum hjá mær til Býráðsvalið seinast og kallaði økið ein deyðsfella og sendi eitt filmsklipp av hvussu skili var á økinum, sja filmsklipp herundir.

Sera gott at nú verður ein partur av trupuleikanum loystir, men tað eru eisini sera stórir trupuleikar longri suðuri, omanfyri við Samsonarsmiðju, Solo, RV Tøkni og Elding, har ongar gongubreytir eru og tann trupuleikin má eisini loysast skjótast gjørligt, tí tað er eisini ein deyðsfella.

Hetta var til samtyktar á Býráðsfundinum seinasta hóskvøld: 
Í stuttum snýr málið seg um at gera eina regulering av brekkuni norðast á Garðavegnum, “Garðabrekkan”í samband við eina vegaloysn, har Stangavegurin og Garðavegurin koma saman. Reguleringin hevur við sær, at kommunan má ogna sær ella gera avtalu um lendi til vegaloysnina.

Kommunan hevur samskift við avvarðandi lendispartar, og er ein loysn funnin, har kommunan ognar sær matr.nr. 1160 og ger eina avtalu við eigaran av matr.nr. 1202 um eina ál av tí matriklinum.

Ætlandi skal málið loysast innan verandi fíggjarkarm við eini umraðfesting av kontunum Vegir, Íløgur og Byggbúning Bústaðir – vegir til eldri sethúsaøkir (til keyp av matr.nr. 1160), sjá tekning herundir.

Fíggjarligar avleiðingar:
Málið ætlast loyst innan verandi fíggjarkarm. Sambært uppgerðum og frágreiðing omanfyri kann einans vísast á kontuna til Vegir Íløgur har tilsamans 7,0 mió. kr. eru settar av, og til kontuna Býggibúning Bústaðir – vegir til eldri sethúsaøkir – har tilsamans 2,5 mió. kr. eru settar av.

Tilmæli:
Tekniska fyrisiting mælir viðkomandi nevndum og býráði til, at kommunan ognar sær matr.nr. 1160, vísandi til frágreiðingina um málið.

Ferðslunevndin 14. mars 2022:
Nevndin tekur undir við málinum, tí talan er um eina sera góða ferðsluliga loysn.

Deyðsfellan

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: