EM 2018 í svimjing í Glasgow byrjaði stak gott

Alvi Hjelm svam eina kanón tíð heim í Glasgow í morgun og kom inn við tíðini 4:02.29 og er tað eitt stórt persónligt met.

Hann bleiv tilmeldaður við tíðini 4:06.77, men besta tíðin hjá hon var áðrenn kappingina í morgun 4:05.26 í Danish Open 2014, sostatt forbetraði hann seg heilið 3 sekund. Sera flott svomi Alvi Hjelm.

Í morgin skal Signhild Joensen úr Ægir royna seg í 50 metur ryggsvimjing, tann kappingin byrjar umleið kl. 10:17 og har skal hon royna at forbetra sína tíð uppá 29:96 í 50 metur ryggsvimjing, so spennandi verður at síggja.

Venjarin hjá teimum báðum í Glasgow er Ægir venjarin Jaime Arro.

Góða eydnu øll somul.

Tit síggja svimjikappingina beinleiðis, klikk her “European Championship 2018 Glasgow – Swimming”

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author