Í dag fyllir elski KÍ fjepparin Emma Jacobsen 100 ár. Hon er mamma Eiler og Steinbjørn Jacobsen, kempurnar á 66 liðnum og sum hava vunnið nógv FM heitir heim til Klaksvíkar.

Eisini er hon omma Stig Eltør og langomma Jákup Andreasen og skal tað ikki vera lygn, so er hon ein av størstu fjepparum hjá Barca spælarnum Messi.

Formaðurin hjá KÍ Tummas Lervig var eisini í Røktarheiminum í dag og heilsaðu uppá Emmu og ynski henni tillukku við degnum frá KÍ og hevði hann eina serstaka gávu við til hana, har allir KÍarnir á Betri liðnum høvdu skrivað teirra undirskrivt á troygguna og eisini høvdu teir prenta Emma 100 á troygguna.

Sera hugnalig løta í Røktarheiminum ídag. Tummilin upp fyri Emmu og KÍ, stórt tillukku herfrá.

SáH

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: