Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, spyr Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, um landsstýrið hevur nakra ítøkiliga ætlan, hvussu fiskiflotin kann verða grønari.

– Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær nakrar tankar um, hvørja ávirkan uppboðssølan og vaksandi tilfeingisgjøldini hava á CO2 útlátið í fiskiflotanum?

– Um 4 gomul skip vórðu skift um við 4 nýggj skip, hvussu nógv hevði CO2 útlátið lækkað?

Viðmerkingar:
Sambært Umhvørvisstovuni stendur fiskiflotin fyri 42% av samlaða føroyska CO2 útlátinum.

Sostatt er neyðugt, um vit skulu røkka málinum fyri einum grønari Føroyum, at fiskiflotin verður skiftur út við grønari og umhvørvisvinarligari skip.

Tað er tó lítið, ið bendir á, at landsstýrið ætlar at gera nakað við málið.

Hetta sæst m.a. aftur í lógini um sjófeingi, har samgongan hevur samtykt bæði uppboðssølu og menningarkvotur, fyri ikki at tala um ætlanirnar at hækka tilfeingisgjøldini, og vaksandi óvissuna um fiskiloyvini.

Reiðaríini hava ikki møguleikan at gera íløgur í nýggj skip orsakað av fiskivinnunýskipanini.

Tað ber neyvan til at hava bæði uppboðssølu, tilfeingisgjøld og ein grønan fiskiflota.

Tað letur seg ikki gera. Tí má samgongan velja. Vil hon hava pengar í landskassan, ella raðfestir hon umhvørvið.

Á løgtingi 13. februar 2019
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author