Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur toppskorarin í Klaksvík

Elsebeth Mercedis gjørdist sigursharrin í Klaksvík við 309 stemmum, nummar tvey gjørdist Beinir Johannesen við 290 stemmum.

Elsebeth fekk meira stemmur enn allur Tjóðveldisflokkurin tilsamans, Tjóðveldi fekk bert 272 stemmur og merkisverk var at Beinta Løwe fekk bert 71 stemmur.

Annars gekk Fólkaflokkurin stórt aftur heili 12,6 prosent í Klaksvík, frá 51 prosentum til 38,4 prosent og tað er sera stór afturgongd.

Vit á News.fo og Norðoyaportalinum eru sera glað at Elsebeth Mercedis gjørdist stóri sigursharrin her norðuri. Hon var ein av teimum heilt fáu, sum brúkti News.fo og Norðoya Portalin í valstríðnum og tað skal hon hava takk fyri, men sum tit síggja, so loysti tað seg, tí hon gjørdist sigursharrin.

Stórt tillukku Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: