Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur stillar upp til fólkatingsvalið

So leingi sum vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og hava okkara umboð á fólkatingi, so skal fólkatingssessurin verða ein pallur, sum skal brúkast til at varpa ljós á Føroyar, føroyingar og føroysk áhugamál. Har skulu vit halda eitt vakið eyga við øllum, sum viðkemur Føroyum.
Av málum, sum eg vil arbeiða við, kunnu nevnast yvirtøku av føroyska loftrúminum og støðu Føroya í hvalaveiðumálum. Eg vil eisini halda eitt vaki eyga við útlendingamálum, sum hava við Føroyar at gera. Fólkaflokkurin fer á fólkatingi í heila tikið at føra praktiskan politik, sum viðkemur Føroyum.
Sjálvandi skulu vit ikki blanda okkum í danskan innanríkispolitik
Umboð fyri Tjóðveldi hevur eisini lagt uppskot fram á ting um avtøku av fólkatingssessunum. Eftir míni meting er hetta bara signalpolitikkur og gabbarapolitikkur. Um tjóðveldi meinti nakað veruligt við sínum politikki, so skuldu teir heldur lagt uppskot fram um avtøku av blokkinum. Teir hava havt møguleikan til tað í 4 ár, men blokkurin er ikki minkaður eitt fimmoyra, bert fastfrystur.
Øll eru greið yvir, at sama dag, sum vit taka fulla og veruliga ábyrgd av okkum sjálvum og frásiga okkum allar veitingar úr Danmark, fellur fólkatingssessurin burtur av sær sjálvum.
Fólkaflokkurin vil veruligt sjálvbjargni, og vit skulu gjalda prísin eisini, og ikki bara noyðast við at avtaka ein sess. So leingi vit eru í felagsskapinum, skulu vit hava allar dyr opnar og ikki frásiga okkum møguleikar. Fólkaflokkurin er ein tjóðskaparflokkur, sum fult og heilt tekur undir við fullum og veruligum tjóðarfrælsi.
Tað er umráðandi, at vit fáa tvey borgarlig umboð á fólkating hesuferð. Fólkatingsvalið er samstundis ein upplagdur møguleiki hjá veljarum at geva til kennar sína meining um førda politikkin hjá sitandi samgongu, sum hevur brotið so nógv við føroyska siðaarv hetta valskeiðið.
Eg vil tí staðiliga heita á allar føroyingar um at fara á fólkatingsval og velja fólkaflokkin. Tað er umráðandi, at allar borgarligar atkvøður fylkjast og koma til sættis og sleppa at gera mun til frama fyri allar føroyingar.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna.