Elinborg er aftur við nýggjum tónleiki

Lagið ber heitið ‘’Vón mín’’ og er næsta staklagið, av komandi útgávu hennara, sum
verður útgivin í Septembur. Elinborg sigur soleiðis um nýggja lagið:

‘’Hetta var tað síðsta lagið eg skrivaði til mínu komandi útgávu, og lagið handlar um
at finna tað menniskja, sum ber tey pettini fyri ein, sum man ikki sjálvur megnar at
bera, og eg ynskti at seta orð á kensluna, endiliga at hava funnið tryggleika, saman
við einum øðrum menniskja. Framleitslan av lagnum tók skap eina nátt, í míni lítlu
íbúð í Keypmannahavn, har eg og Eivør settu okkum við hesum lagnum, og tað var
har alt byrjaði, við eini systraløtu á Oyrasundi’’.

Lagið er framleitt saman við Eivør, og Trónda Bogason, og tekur lurtarin viđ á eina
droymandi ferð, ígjøgnum eina myrka, kensluborna, men eisini vónríka ljóðmynd.

Lurta eftir ‘’Vón mín’’ her:

https://open.spotify.com/track/3DlhPyrbQEeSuUBNvr3o3Q?si=65edd3a9b46a4f03

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: