Eldraøkið skal byggjast upp, ikki lagast niður


Eldraøkið er á breddanum, og trupulleikarnir við starvsfólkatroti eru stórir. Sum virkandi leiðari við 11 ára leiðsluroyndum, so undrar tað meg, at tað er so torskilt at síggja, hvat ið skal til fyri at rekruttera starvsfólk og til at lyfta fakligheitina og harvið kvalitetin og effektivitetin.

“Vælferð í vanda” og ráðstevnan “Støðan á eldraøkinum” eru 2 tiltøk, sum settu fokus á trupulleikarnar: komandi 10 árini veksur talið av føroyingum yvir 80 ár við 46%, frá 2.400 til 3.500. Yngru ættarliðini eru smá = færri starvsfólk til fleiri brúkarar. Miðalaldurin á starvsfólkunum er høgur, 50 ár fyri heilsuhjálparar.

Á ráðstevnuni kom framm, at ætlanin er at broyta heilsuhjálparaútbúgving frá at taka 15 mðr. til 17 vikur við ástøði, uttan praktikk, fyri ófaklærd, sum arbeiða á økinum. Hetta er váttað av leiðaranum á Heilsuskúlanum í einari viðmerking til ráðstevnuna í miðlunum. Tað sigst, at næmingarnir skulu fáa løn hesar 17 vikurnar, prógv sum heilsuhjálparir og somu løn sum tey, sum hava útbúgvingina uppá 15 mðr. eftir lokna útbúgving. Hetta kann skapa trupulleikar og ónøgd hjá teimum við tí longru útbúgvingini.

Eg havi royndir sum leiðari við ábyrgd fyri útbúgving innan eldraøkið undir líknandi verkætlanum í Danmark, og tað var ikki nøkur “succes” fyri fakligheitina ella kvalitetin. Ein slík útbúgving skapar fleiri trupulleikar, sum leiðarir og starvsfólk mugu brúka tíð (sum tey ikki hava) uppá at loysa. Sjúkrarøktarfrøðingar velja møguliga eldraøkið frá av tí, at fakligheitin verður ov lág.

Í dag nevndi eg ætlaðu broytingina av heilsuhjálparaútbúgvingini fyri starvsfólkunum, sum vóru til arbeiðis. Reaktiónin var klár: “Tað meinar tú ikki, tað má ikki henda!”

Eg eri samd. Latið okkum gera loysnir, sum steðga skrúvuni uttan enda, har eldraøkið er royndarklútur fyri tiltøkum, sum í síðsta enda ikki handla um at økja kvalitet, fakligheit og effektivitet. Arbeiðspláss og skúlar skulu eggja ófaklærdum at fara undir útbúgvingar, sum framtíð er í, sum tey kunnu velja sum lívsstarvs- og karrieruleið. Vit hava 6 ung, røsk ófaklærd starvsfólk, og 3 teirra hava valt at lesa til
sjúkarøktarfrøðing. Tað gevur meining.

Á ráðstevnuni varð sagt: “Tit fáa ikki kvalitet fyri discountprís”. So einfalt kann tað sigast. Eitt veruligt lyft av eldraøkinum krevur langsiktaðar íløgur, sum favna økið frá fleiri vinklum.

Hægri løn, so hon er at liva fyri, løn undir (verandi) útbúgving, hetta er gjørligt í privatu vinnuni, sum t.d. hjá vaksnum handverkaralærlingum, sum kunnu fáa vanliga løn í lærutíðini. Hetta – saman við viljatil at nýhugsa Heilsuskúlan, t.d. við “campus”/deild norðanfjørðs, sum Heilsuskúlin í Hovi “eigur” (uppskot frá borgarstjóranum í Vága kommunu) – fer at gera heilsuútbúgvingarnar nógv meira “attraktivar” og lættari atkomiligar, vælferðartøkni til at lætta um tær tungu uppgávurnar osfr.

Møguleikarnir eru nógvir, og betri er at finna røttu loysnina enn løttu loysnina.

NB. Henda grein setur einans orð á míni persónligu sjónarmið um evnið og ikki sum umboð fyri mítt arbeiðspláss

Mona Maria úr Fugloy

Lýsingarprísir klikk logo
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: