ELDRAØKIÐ MÁ HAVA FLEIRI STARVSFÓLK

Gleðiligt at hoyra frá Anniku Olsen, Borgarstjóra, at nýtt ellisheim skal byggjast í Havn til 64 røktarbúpláss og 16 eldraíbúðir.

Men mín áheitan skal verða. at alt eldraøkið í Tórshavnar Kommunu verður eftirmett skjótast gjørligt.

Stóri trupuleikin í eldrarøktini er, at ov fá røktarstarvsfólk eru normerað til eitt alsamt vaksandi tal av búfólkum. Tí er arbeiðsdagurin hjá røktarstarvsfóki í dag vorin óneyðuga tungur og hektiskur.

Hetta er als ikki virðiligt fyri røktarstarvsfólk, búfólk ella tey avvarandi hjá búfólkum. Tað er almenn vitan , at tað í dag er torført at fáa sett nýggj røktarstarvsfólk í størv, tí at øll vita hvussu tungt og strævi slíkt starv er vorið í dag.

Eg vil arbeiða miðvíst fyri at eldraøkið í Tórshavnar kommunu verður eftirmett beinanvegin. Harumframt at hægri játtan fæst til eldraøkið, soleiðis at fleiri røktarfólk kunnu setast i starv runt um á ellisheimum og ræktarheimum í Tórshavnar kommunu.

Birgir Nielsen

Valevni á lista A til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author