Eitt orð samanbindur Framsókn og Samgonguna “Vingliskøltar”

Reint út sagt, so er einki sum helst skil á hesari samgonguni og enn einaferð verður fiskivinnan hildin fyri turra spott.

Fiskivinnan veit ikki um tað vera kvotur ella fiskidagar tann 1. januar. Hetta má also fáa ein enda nú, samgongan spælir hasard við fiskivinnuni og tað kann kosta 100tals milliónir í mistum inntøkur, eitt orð til Framsókn og Samgonuna, tit eru “vingliskøltar”, fái nú skil á tykkara politikk, so fiskivinnan veit hvat hon vaknar upp til í dag og tann 1. januar 2019.

Tann 24. oktober løgdu Hanna Jensen og Ruth Vang uppskot fyri tingið, um at útseta kvotskipanina frá at hava gildið 1. januar 2019 til 1. januar 2020. Her uppskotið hjá teimum báðum, klikk her: “Løgtingsmál nr. 53/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Útseta kvotuskipan til 1. januar 2020)”

Men enn einaferð hevur Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hildu vinnuna fyri turra spott og nú hava hesar, má eg kallað tær “vingliskøltarnir” tikið sítt uppskot aftur og hetta tíðindaskriv er sent út frá Løgtingsskrivsstouni tann 4. november 2018:

Samgongan samd um at stovnsrøkt er høvuðsmálið

Tingkvinnurnar hjá Framsókn boða frá, at tær taka uppskotið aftur, ið varð lagt fram á løgtingi herfyri.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer í næstum at leggja fram uppskot, hvussu farast skal fram viðvíkjandi botnfiskaveiðini undir Føroyum í 2019 – harundir spurningarnar um umsitingarætlanir og fiskidagar og kvotur.

Landsstýrið er á einum máli um, at stovnsrøktin og burðardyggur fiskiskapur er høvuðsmálið í øllum arbeiði við umsiting av okkara fiskastovnum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis – og vinnumálum

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: