Einmælt samtykt at fara ígongd við langhyl í Tórshavn

Tað frøir mitt gamla svimjihjarta, at býráðið einmælt samtykti ígjár at fara undir projekteringina og byggingina av langhylinum í Havn.

Stígur kom í fjør, tí ov nógvar íløgur vóru i gongd i senn, men nú verður sett inn við fullari ferð við langhylinum.

Hylurin i Gundadali hevur tænt væl i 30 ár, men nú er tíðin komin at geva svimjingini, bæði breidd og elitu, bestu karmar.

Í okt mdr koma eisini umboð fyri FINA til Føroyar fyri at tryggja okkum, at hylurin stendur altjóða mát.

Kelda: Annika Olsen Facebook

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author