Eingin tilburður staðfestur í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

832 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 277.192 kanningar.

718 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 671 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 46 persónar smittaðir, og 478 fólk eru í sóttarhaldi.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author