Eingin tilburður staðfestur í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

888 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 260.878 kanningar.

670 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 667 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru tveir persónar smittaðir.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author