Eingin tilburður staðfestur í gjár


Framvegis er eingin smittaður av Covid-19 í Føroyum. Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

203 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru gjørdar 232.834 kanningar.

658 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 657 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: