Eingin tilburður staðfestur í gjár

Nýggjastu tølini hjá Landslæknanum vísa, at eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár.

388 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 228.419 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava 658 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 654 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author