Eingin tilburður staðfestur í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Í gjár vórðu 461 kanningar gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 224.078 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava 655 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 652 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tveir persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.
Heilsumálaráðið
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: