Eingin tilburður staðfestur fríggjadagin og leygardagin

Eingin smittutilburður varð staðfestur í gjár og fyrradagin, vísa tølini hjá landslæknanum.

425 kanningar vórðu gjørdar langa fríggjadag, og 364 kanningar vórðu gjørdar leygardagin. Nú eru 243.904 kanningar gjørdar tilsamans.

661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni er eingin smittaður, og eingin er í sóttarhaldi.

Heilsamálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author