Eingin tilburður í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
403 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 239.854 kanningar.
661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni er eingin smittaður.
Heilsumálaráðið
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: