Eingin tilburður í gjár, sjá filmsklipp

Her verður Símun á Høvdanum potaður á kajøkinum í Klaksvík tann 29.03.2021

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

220 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 241.082 kanningar.

661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni er eingin smittaður, og eingin er í sóttarhaldi.

Heilsumálaráðið

Her verið eg testaður í morgun tann 29.03.2021 klokkan 08:45, sjá filmsklipp herundir.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author