Eingin tilburður í gjár og fyrradagin

Eingin smittutilburður varð staðfestur mikudagin og skírishósdag, vísa tølini hjá landslæknanum.

787 kanningar vórðu gjørdar mikudagin, og 336 kanningar vórðu gjørdar skírishósdag. Nú eru 242.952 kanningar gjørdar tilsamans.

661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni er eingin smittaður, og eingin er í sóttarhaldi.

Heilsamálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author