Eingin tilburður í gjár

Eingin smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
1077 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 292.157 kanningar.
755 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 719 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 35 persónar smittaðir við koronu, og 227 fólk eru í sóttarhaldi.
Heilsumálaráðið
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: