Eingin smittutilburður staðfestur í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í gjár vórðu 293 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 221.755 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 654 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 648 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru fimm persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author