Eingin smittutilburður staðfestur í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í gjár vórðu 599 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 218.082 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 652 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 644 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru sjey persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: