Eingin smittutilburður staðfestur í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í gjár vórðu 201 kanningar gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 224.562 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava 656 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 652 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: