Eingin smittutilburður í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í gjár vórðu 594 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 162.225 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 498 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 495 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 3 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna

Heilsumálaráðið

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author