Eingin smittutilburður í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í gjár vórðu 1264 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 211.803 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 646 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 618 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 28 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Heilsumálaráðið

Mín meining, at Føroya land, sjóstøðug tjóð keypa okkara koppingarevnið móti Covid 19 sjálvi, so øll vera koppsett skjótast gjørligt, sjá filmsklipp her:

​SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author