Eingin smittutilburður í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í gjár vórðu 159 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 171.453 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 510 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 501 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru níggju persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author