Eingin nýggjur tilburður seinastu tveir dagarnar

Kanningarnar frá fríggjadegnum og leygardegum eru nú liðugt greinaðar, og eingin nýggjur tilburður er staðfestur. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Fríggjadagin vórðu 1.590 kanningar gjørdar, og í gjár vórðu 727 kanningar gjørdar, og eingin nýggjur tilburður er staðfestur. Í alt eru nú 84.308 kanningar gjørdar.

Rættingar eru gjørdar í samlaða talinum av staðfestum tilburðum. Tríggir staðfestir tilburðir frá 18. august eru greinaðir umaftur, og hesir eru nú at rokna sum negativir. Tí minkar samlaða talið av staðfestum tilburðum í Føroyum við trimum.

Tilsamans hava tí 381 fólk fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. 326 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru staðfest frísk aftur, og sostatt eru 55 persónar smittaðir í løtuni.

Tríggir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Grillin hjá Símun - Maverick
Grillin hjá Símun – Maverick. Kylling & Chips 79,00 kr.
Please follow and like us: