Eingin nýggjur smittutilburður í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í gjár vórðu 506 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 199.671 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 610 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 551 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 59 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: