Fyri góðum ári síðani kom Einar´s Distillery út við Føroya fyrstu whisky. Síðani eru 4 aðrar útgávur komnar, og fríggjadagin 17. desember kemur so sætta útgávan av Einar´s whisky.

Hendan útgávan er ein blanding av 4 oloroso sherry tunnum, tveimum 250 liturs og tveimum 90 liturs tunnum. Fløskan er tappað við fullari fatstyrki á 56.5% og tað eru gjørdar 1198 fløskur.

Eisini hesuferð eru skoðsmálini góð frá Jim Murray, rithøvundur av The Whisky Bible, sum gevur henni 91 stig út av 100. Millum annað sigur hann: ”Just as batch 5, this exudes quality throughout. No off notes, no raving imbalances. For it´s age… this remains a remarkably good whisky”.

Officiellu smakksnoturnar til batch 6 eru hesar:

Litur: Russet Muscat

Nose: Green apples, dark chocolate, cinnamon, pineapple and raw marzipan.

Taste: Chocolate chip cookie dough, pears, salted caramel, English winegums and butterscotch

Finish: Orange zest, cut grass, raisins and liquorice root

Batch 6 fæst til keyps í rúsunum kring landið, í Duty Free á flogvøllinum og umborð á Norrönu, fríggjamorgunin 17. desember kl 10.

Føroya Bjór

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: