Einar Waag 75 ár

Í dag verður Einar Waag, bryggjari og vinnulívsmaður, 75 ár.

Føroya Bjór er lívsverkið hjá Einari. Í meira enn 50 ár hevur hann stýrt søguríku familjufyritøkuni, ið nú er eitt av elstu bryggjaríum í norðanlondum.
Við hegni og treiskni hevur stjórin stútt og støðugt megnað at tillaga fyritøkuna til hørðu og umskiftandi kappingartreytirnar. Og broytingarnar hava verið stórar hesi árini. Frá veikum til sterkari øl. Blikkini, serølirnar og sterkari løgurin. Tað ræður um við jøvnum millumbili at rætta kós og bróta upp úr nýggjum fyri at standa seg. Og tað ger hann framvegis, slóðar fyri og gongur ótroyttar leiðir, hóast hann er farin væl um pensjónsaldur. Gyltu whiskeydroparnir, sum renna úr tunnunum í dagførda og framkomna framleiðsluvirkinum eru seinasta nýbrotið í rúgvuni. Framvegis verður eisini hugsað um umhvørvið í menningini av framleiðsluni á Føroya Bjór, ið eisini slóðar fyri á hesum økinum.
Einar er vinnulívsmaður, men fram um alt forvitin fakmaður. Yrkisliga útsýnið fevnir víða, hann kennir rákið í tíðini, og evnini at hugsa øðrvísi hava altíð verið góð. Útbúgvingina sum bryggjari tók hann í týska stórbýnum München í 1968.
Føddur 1. februar 1947 í Klaksvík. Einar er sonur Annelenu og Einar Frovin Waag. Barndómshúsið stendur framvegis á Fornagørðum, bara lítlan metur frá lokala familjubryggjarínum, sum bæði abbin og pápin eisini hava átt og rikið. Lívsleiðin hjá Einari var eisini tíðliga fyriskipað. Føroya Bjór kom inn við blóðinum, hann fekk tíðliga áhuga fyri fakinum, og sum hann onkuntíð hevur sagt, so hevði hann neyvan nakað annað val, tí heima við hús var ikki roknað við øðrum enn, at Einar skuldi lyfta familjuarvin. Í 1970 tók hann við stóru ábyrgdini sum stjóri, bara 23 ára gamal.
Føroya Bjór taldist longu tá millum elstu fyritøkurnar í landinum. Abbi Einar, fjøltáttaði hugsjónar og vinnulívsmaðurin Símun í Vági var í 1888 giftur við Karin Helena úr Funningsstovu í Havn, sama árið sum hann legði lunnar undir at bryggja føroyskt øl í kjallaranum í heiminum norðuri í Vági. Símun í Vági var við til at stovna Føroya Fólkaháskúla í 1899. Hann lat eisini tekna eyðkenda búmerkið av veðrinum, sum hevur verið ímyndin av bryggjarínum øll árini.
Sonurin Einar Frovin Waag (1894-1989) tók við eftir pápan og fór undir trongum umstøðum undir sodavatnsframleiðslu í 1935. Hann bygdi eisini nýtt bryggjarí nærhendis gamla bryggjaríið á Fornagørðum, har stórur eftirspurningur serliga var eftir tiltikna pilsnarinum og appelsinsodavatninum, og hann fekk eisini rættindini at framleiða Jolly Cola í Føroyum.
Seinastu 52 árini hevur nú 75 ára gamli Einar Waag við treiskum vilja og stórum tøkum fingið tað at borið til.

Tað hava verið spennandi tíðir.
Í 1980 bar aftur til at bryggja sterkari øl í Føroyum, og arbeiðið fór tá at ganga við fullari ferð. Við góðum treysti víðkaðu Einar og starvsfólkið á Føroya Bjór munandi um sína framleiðslu. Tað var eisini tá, at umhildna Veðraølin kom á marknaðin. Góða og fjølbroytta úrvalið av føroyskari framleiðslu hevur eisini vunnið fyritøkuni viðurkenning og bestu viðmæli, bæði í Føroyum og úti í heimi.
Í 2011 var loyvi at bryggja sterkari enn 5,8 prosent. Tað víðkaði enn meira um møguleikarnar at virka. Við Einar’s Distillery fór Einar eldhugaður undir framleiðslu av serføroyskum akvavitti, vodka, bitter, gin og whisky. Og fakið dugir hann til lítar. So seint sum í oktober í fjør fekk fimta whiskyfløskan frá Einar’s Distillery bestu skotsmál frá Jim Murray í viðurkendu The Whisky Bible.
Einar hevur eisini verið við at ávirka og mynda tær rembingar, sum hava verið á marknaðinum.
Avbjóðingar hava sanniliga eisini verið á vegnum, serliga í soltnum tíðum, tá samfelagsmotorarnir hava verið noyddir at slakka av. Í teimum førum hevur rátt um at stýra hegnisliga og hava dirvið at taka neyðugar avgerðir. Einar hevur góða barlast, hann missir ikki fótafestið av tíðarandanum, og Føroya Bjór kom eisini væl burturúr sváru samfelagskreppuni í nítiárunum, tá stígur kom í búskapin og ein stórur partur av fólkinum misti arbeiði og flutti av landinum. Seinni rakti eisini altjóða fíggjarkreppan.
Einar er kanska fáorðaður, men tá ið tað verður seg smakk og góðsku á rávørum hugsar hann stórt. Hann hevur fylgt grundjónarmiðnum hjá abba sínum, at nýta allarbestu rávørur og tilfar í framleiðsluni. Hettar sæst eisini aftur í úrslitinum og skotsmálunum, ið Føroya Bjór hevur fingið.
Einar er stillførur maður, hann veiggjar ikki við ørmunum, har hann ferðast, men Føroya Bjór hevur hinvegin verið virkin og sjónligur samfelagsviðspælari øll árini. Fyritøkan stuðlar støðugt góðum átøkum, tað verið seg samfelagsligum, vinnuligum, umhvørvisligum ella ítróttaligum átøkum.
Einar plagar brosandi at siga, at hann trappaði niður fyri nøkrum árum síðan. Hann fer nú til arbeiðis klokkan hálvgum níggju, og ikki klokkan átta, sum hann plagdi. Arbeiðshugurin er kortini tann sami, sum hann altíð hevur verið. Føroya Bjór hevur seinastu ár framt stórar í íløgur í framtíðina, í framkomin framleiðsluhøli og framleiðslutól. Og tað er ríkiligt at takast við, tí menningin gongur skjótt í dag og tað er nokk at fáast við.
Í dag starvast 40 fólk á teimum fimm deildunum kring landið, í Havn, Klaksvík, Leirvík, Hoyvík og á Tvøroyri.
Einar hevur eisini nógv frítíðarítrív. Náttúran hevur altíð havt hansara stóra tokka. Tað verður seg plantir, urtir, fuglar og seyð. Serliga fer nógv tíð við at røkja seyðin á festinum, ið hann keypti aftur í familjuna fyri nøkrum árum síðani.
Einar er giftur Elisu Waag, og tey eiga dóttrina Anniku, sum er fjórða ættarlið á Føroya Bjór. Annika er matvørukandidat og bryggjari og arbeiðir sum virkisleiðari á Føroya Bjór. Abbabørnini eru trý, Elisa, Einar og Marjun.

Hjartaliga til lukku við degnum.

Starvsfelagarnir

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: