Ein tilburður í gjár

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Viðkomandi er partur av kendari smittuketu.
944 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 309.034 kanningar.
776 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 761 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 14 persónar smittaðir við koronu.
Heilsumálaráðið
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: