Ein tann týdningarmesta uppgávan hjá okkum politikarum er at lurta og læra

Tað er ógvuliga umráðandi, at politikarar, sum fáa álit veljarans á løgtingsvalinum, lurta eftir og taka tað í álvara, sum felagsskapir boða frá og kunna um á teirra økjum. Eitt nú hava tey í MEGD gjørt sær ómak at boða frá teirra hjartamálum til hetta løgtingsvalið.

MEGD, sum er meginfelag við 24 limafeløgum á brekøkinum við fleiri enn 4000 limum, hevur hesa seinastu tíðina gjørt sær ómak at boða alment frá sínum hjartamálum til løgtingsvalið 2019.

Saman megna vit!
Soleiðis ljóðar eitt av slagorðunum í fráboðanini frá MEGD, nú tey hava boðað frá teirra 10 úrvaldu hjartamálum, sum eru eitt nú eru: *Bústaðir – til fólk, ið bera brek, *Lóggáva ímóti mismuni og kærumøguleikar – til fólk, ið bera brek, *Brekpolitisk virkisætlan, *Verja, tá ið verkfall er – verja fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er, o.m.o.

Eftir at eg við áhuga havi lisið um hesi hjartamál hjá hesum stóra meginfelag, eri eg sannførdur um, at her er talan um viðurskifti, ið vit sum samfelag eiga og skulu taka okkum av og seta ferð á í komandi valskeiði.

Ferð aftur á bygging av bústøðum til fólk, ið bera brek
Nøkur av avrikunum hjá samgonguni undan hesari, har Fólkaflokkurin umsat Almannamál, var júst innan hjartamál hjá MEGD, eitt nú bygging av bústøðum til fólk í bera brek.

Nøkur av úrslitunum, sum vórðu framd tá av Fólkaflokkinum – í sera góðum samstarvi við kommunur – vóru eitt nú: *8 leigubústaðir í Klaksvík til fólk við serligum avbjóðingum, *12 vardar bústaðir í Klaksvík, *Depil bygdur til fjølbrekað børn og ung í Runavík, *16 íbúðir til fólk við sálarsjúku í Havn, *16 leiguíbúðir í Runavík til fólk við serligum avbjóðingum, *12 nýggjar vardar bústaðir í Runavík, *Fountainhúsið stovnað í Havn, *Barnahúsið sett á stovn til børn og ung, ið eru útsett fyri kynsligan og annan harðskap, *Barnaumboðsmaður sett á stovn sambært ST sáttmálanum, *Barnaverndarlógin dagførd við m.a. herdari fráboðanarskyldu o.s.fr. o.s.fr.

Nú MEGD hevur sett bústaðaviðurskiftini á breddan sum eitt av sínum hjartamálum, kann eg avgjørt siga, at um vit fáa ávirkan eftir løgtingsvalið, so fer Fólkaflokkurin enn einaferð at leggja seg eftir at skapa fleiri ítøkilig úrslit á hesum øki.

“Vilja vit, so vinna vit”, var eitt slagorð, sum fyri nøkrum árum síðan sást við fótbóltsvøllin í Klaksvík, og sama vil eg siga um hesi týðandi viðurskifti, sum MEGD hevur boðað frá. Tað, sum fyrst og fremst krevst, er ein vilji og eitt miðvíst áhaldni frá politiskari síðu.

Ikki minst á brekøkinum havi eg eitt sterkt ynski um at hjálpa og gera mun, um eg fái møguleikan til tað á løgtingsvalinum, sum verður nú leygardagin 31. august.

Jákup Mikkelsen
Valevni fyri Fólkaflokkin

Please follow and like us:

107 thoughts on “Ein tann týdningarmesta uppgávan hjá okkum politikarum er at lurta og læra

  1. Pingback: estafa traduccion
  2. Pingback: 사설토토
  3. Pingback: Harold Jahn Utah
  4. Pingback: laguqq
  5. Pingback: Regression Testing
  6. Pingback: 토토사이트
  7. Pingback: cpns 2019 sma
  8. Pingback: dsozcooo
  9. Pingback: generico viagra
  10. Pingback: write my essay
  11. Pingback: 메이저놀이터
  12. Pingback: clomid cysts
  13. Pingback: neurontin coupon
  14. Pingback: metformin images
  15. Pingback: paxil vs lexapro
  16. Pingback: 리버홀덤
  17. Pingback: buy cialis now
  18. Pingback: soft tablet
  19. Pingback: quetiapine 300 mg
  20. Pingback: is lyrica an nsaid
  21. Pingback: amoxicillin for bv
  22. Pingback: is stromectol
  23. Pingback: ventolin hfa cost
  24. Pingback: zithromax pfizer
  25. Pingback: lisinopril and thc
  26. Pingback: stromectol msd
  27. Pingback: stromectol dosage
  28. Pingback: viagra suppliers
  29. Pingback: viagra 75 mg
  30. Pingback: cost of lasix
  31. Pingback: neurontin pills
  32. Pingback: plaquenil 400 mg
  33. Pingback: prednisone 50 mg
  34. Pingback: avana 164
  35. Pingback: ventolin tablet
  36. Pingback: buy azithromycin
  37. Pingback: 2666 gabapentin
  38. Pingback: plaquenil tablets
  39. Pingback: prednisone 5093
  40. Pingback: zithromax 250

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.