Ein smittutilburður staðfestur í gjár

Ein nýggjur smittutilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tilburðurin er partur av smittu, sum Landslæknin fylgir.

Í gjár vórðu 760 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 207.887 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 644 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 584 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 60 persónar smittaðir í løtuni.

Ein er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: