Ein smittutilburður staðfestur í gjár

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Viðkomandi hevur verið uttanlands, og varð staðfestur smittaður við kanning eftir komu til Føroya.

Í gjár vórðu 576 kanningar gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 225.163 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava 657 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 652 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru fýra persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author