Ein smittutilburður staðfestur í gjár

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Viðkomandi hevur verið uttanlands, og varð staðfestur smittaður eftir kanning á sætta degi.
Í gjár vórðu 283 kanningar gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 224.361 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava 656 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 652 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.
Heilsumálaráðið
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: