Ein smittutilburður staðfestur í gjár

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Viðkomandi varð staðfestur smittaður eftir kanning tveir dagar eftir til Føroya.

Í gjár vórðu 486 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 223.328 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 655 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 650 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru fýra persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author